Búmerkið hjá felagnum
09. jun. 2026

Summarsól.

Í vikuskiftinum skipaðu Katrín og Borgný fyri Summarsól í Sólarmagn og fjósinum. Fyri fyrstu ferð luttók eisini Velbastaðar skúli

Saman við Teiti framførdu børnini við sangi og tónleiki. Eisini frumframførdu "Flykrurnar á Velbastað" sangin "Summarsól" eftir Anniku, Sloan Færø (11), Lydiu Patursson (10), Karin H. Johannesen (9) og Herborg Sloan Færø (8).

Í samband við innsavning til námsferð komandi skúlaár hava næmingarnir bakað pylsubreyð, gjørt kort, lita steinar, sum alt var selt á Summarsól. Eisini bar til at keypa sær eitt fruktkramarhús og eydnupakkar. Heilt fitt kom inn av peningi, umframt at Summarsól eisini stuðlaði okkum við eini peningaupphædd fyri framførsluna og fløskusølu.

Fleiri myndir.