Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / Elsta deild / 5/6 /
Føst boð

Føst boð.

Handicap på ski

Allur skúlin er farin undir at hyggja eftir sjónvarpspørtunum "Handicap på ski" hjá DR. Norska sendirøðin snýr seg um seks norsk ung, ið bera brek av ymsum slagi, sum hava sett sær fyri at vinna á alskins avbjóðingum. Saman við hesum ungu víðkast sjónarringur okkara, og vit síggja, at vit megna nógv meiri, enn vit halda, um bert vit seta okkum mál. Vit kunnu læra alt tað, vit seta okkum fyri at læra.

Tit eru vælkomin at hyggja eftir sendingunum heima eisini. Kanska tit eisini fáa eitt gott prát um at seta sær mál og bróta mørk? Tit finna sendingarnar her: Handicap på ski

Blíðar heilsanir

Rannvá :)

 

Matpakkar

Minnist til:

  • drekkidunk
  • lítlan matpakka at taka út við í fríkorter
  • vanligan matpakka
  • tallerk, gaffil, knív, skeið, kopp - um tørvur er á tí