Føst boð.
Mjólk
Nú ber aftur til at keypa skúlamjólk - lættimjólk ella laktosufría (250 ml).
Kostnaður er kr. 500,- fyri alt skúlaárið.
Vinaliga svarið spurnablaðnum og fylgið leiðbeiningini í seinasta lagi mikudagin 26. aug. 2026. https://forms.cloud.microsoft/e/eE0tvzQq8d
Næmingarnir fáa mjólk fyrstu ferð mánadagin 31. august.
Vikumappa
Vikumappan skal altíð liggja í taskuni. Hvønn morgun hava vit morgunløtu, og tá leggja vit upp til, at næmingarnir brúka tíðina effektivt til at arbeiða í vikumappuni; á tann hátt hava næmingarnir færri skúlating heima :)
Handicap på ski
Allur skúlin er farin undir at hyggja eftir sjónvarpspørtunum "Handicap på ski" hjá DR. Norska sendirøðin snýr seg um seks norsk ung, ið bera brek av ymsum slagi, sum hava sett sær fyri at vinna á alskins avbjóðingum. Saman við hesum ungu víðkast sjónarringur okkara, og vit síggja, at vit megna nógv meiri, enn vit halda, um bert vit seta okkum mál. Vit kunnu læra alt tað, vit seta okkum fyri at læra.
Tit eru vælkomin at hyggja eftir sendingunum heima eisini. Kanska tit eisini fáa eitt gott prát um at seta sær mál og bróta mørk? Tit finna sendingarnar her: Handicap på ski
Blíðar heilsanir
Rannvá :)
Matpakkar
Minnist til:
- drekkidunk
- lítlan matpakka at taka út við í fríkorter
- vanligan matpakka
- tallerk, gaffil, knív, skeið, kopp - um tørvur er á tí