Føst boð.
Handicap på ski
Allur skúlin er farin undir at hyggja eftir sjónvarpspørtunum "Handicap på ski" hjá DR. Norska sendirøðin snýr seg um seks norsk ung, ið bera brek av ymsum slagi, sum hava sett sær fyri at vinna á alskins avbjóðingum. Saman við hesum ungu víðkast sjónarringur okkara, og vit síggja, at vit megna nógv meiri, enn vit halda, um bert vit seta okkum mál. Vit kunnu læra alt tað, vit seta okkum fyri at læra.
Tit eru vælkomin at hyggja eftir sendingunum heima eisini. Kanska tit eisini fáa eitt gott prát um at seta sær mál og bróta mørk? Tit finna sendingarnar her: Handicap på ski
Blíðar heilsanir
Rannvá :)
Myndir frá verkstovuni um Edvard Munch - Myndasavn - Velbastaðarskúli
Trivnaðarnevnd í miðdeild: Lydia, Gabriella og Sigmundur 15/9-6/10
trivnaðarnevndin tekur 3 fruktir í part til hósdagin 25/9
Skúlamjólk
Nú ber aftur til at keypa skúlamjólk (250 ml lættimjólk).
Kostnaður er kr. 600,- fyri alt skúlaárið.
Vinaliga svarið spurnablaðnum og fylg leiðbeiningini:
https://forms.office.com/e/8n2QCgNY8A
Næmingarnir fáa mjólk fyrstu ferð mánadagin 15. september.
Næmingarnir skulu hava við í skúla:
- drekkidunk
- lítlan matpakka at taka út við í fríkorter
- vanligan matpakka
Trivnaður
Skúlin hevur tosað um hugtøkini "virðing," "ábyrgd" og "fyrigeving" og týdning teirra, og vit vilja enn heita á tykkum at gera tað heima. Tað sær út, sum at fleiri av næmingunum í skúlanum hava ikki tosað um hesin hugtøkini heima. Tosið eisini heima um hugtøkini "at vera fólkaligur" og "týdningin av samanhaldi." Hvussu ein skúli sær út við og uttan hesi hugtøkini (virðing, ábyrgd, fyrigeving, fólkaligur og samanhald).