Átta spentir næmingar byrjaðu í forskúla og í 1.flokki í Velbastaðar skúla
Næmingatalið í Velbastaðar skúla vaks munandi, tá hetta skúlaárið byrjaði. Átta næmingar møttu spentir upp týsdagin seinnapartin.
Tey siga, at tey gleða seg til at fara at duga væl at lesa og rokna. Tó siga tey eisini, at tey vilja øgiliga gjarna sleppa at spæla eisini-
Katrín Reynisdóttir er flokslærari hjá 1.flokki. Saman við henni fara Halldóra Dam og Beinta J. Petersen at undirvísa yngstu næmingunum í Velbastaðar skúla.