Tíðindi

Snøgga skúlan fríggjadagin 26. mai

4.05.2023
Leivur Frederiksen

Góðu foreldur og avvarðandi.

Fríggjadagin 26. mai eru tit vælkomin at hjálpa okkum at snøgga skúlan og skúlagarðin saman við næmingum og lærarum. 

Vit fara at mála spøl og annað á asfaltið í skúlagarðinum, og tí er gott at lata seg í hóskandi klæðir.

Næmingarnir kunnu taka gamlar skógvar ella stivlar við, sum tey ikki brúka meira. Ætlanin er at seta blómur í teir.

Næmingarnir fara í sving longu í skúladegnum. Foreldur og avvarðandi eru vælkomin frá klokkan 13:00. Hildið verður á til klokkan 18:00.

Klokkan 16:00 grilla vit pylsur og bjóða franskan hot dog til stór og smá. Kaffi og saft verður eisini at fáa.

Kunnu tit boða Leivi (sms til 243204) frá, um tað liggur fyri at koma? So vita vit, hvussu nógvan mat vit skulu keypa inn. Systkin og onnur eru vælkomin við.