Tíðindi

Skúlabyrjan

13.08.2023
Leivur Frederiksen

Nú nærkast av álvara til, at vit fara aftur í skúla. Sí her nær vit møta aftur.

Nú byrjar skúlagongdin aftur, og vit gleða okkum til at taka ímóti kendum og nýggjum næmingum.

Týsdagin 15.august klokkan 13:00 møta næmingarnir, sum fara at ganga í forskúla og í 1.flokki. Tit møta í flokshølunum hjá Yngstu deild. Foreldur og avvarðandi eru vælkomin við.

Mikudagin klokkan 08:30 møta allir flokkar í skúlanum. 

Í komandi skúlaárið verður ein nýggjur lærari í skúlanum. Hon eitur Beinta Jóanesardóttir Petersen.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum næmingar aftur.

Halldóra, Katrín, Beinta, Petur og Leivur.