Lærarastarv í Velbastaðar skúla
Velbastaðar skúli søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga góðum lærara til skúlaárið 2023/2024.
Søkt verður eftir lærara til forskúlalíknandi tilboð, sum verður partur av toyminum í yngstu deild, ið telur 13 næmingar í komandi skúlaári.
Yngsta deild fevnir um forskúlalíknandi tilboð og 1. – 3. flokk.
Talan er um tíðaravmarkað starv við setanarbroti 0,3588. Arbeiðstíðin í skúlanum er mánadag til fríggjadag frá 08:00 til 10:10. Tann, ið sett/ur verður skal undirvísa í føroyskum og møguliga eisini nakað í støddfrøði.
Søkt verður eftir lærara sum:
sýnir næmingum og undirvísingini eldhuga
dugir væl og vil samstarva við aðrar lærarar
megnar at hava næmingar á fleiri flokstrinum samstundis
sær foreldur sum ein týdningarmiklan viðspælara í fakligu- og námsfrøðiligu menningini
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving ella linjulestur í føroyskum.
Skúlin:
Velbastaðar skúli er ein lítil skúli, har námsfrøðiliga og fakliga menningin hjá hvørjum einstøkum næmingi hevur høga raðfesting.
Skúlin liggur mitt í einari náttúruperlu, sum gevur góðar møguleikar fyri at skipa undirvísing og annað úti.
Løn og setanartreytir:
Starvið verður lønt av Tórshavnar kommunu sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag í lønarflokki 18.1 – 29.2.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi 14. juni.
Umsóknir skulu sendast til leivurf@torshavn.fo
Meira fæst at vita um starvið við venda sær til:
Leiv Frederiksen, fyrstilærara, á telefon 243204.
Umleið 30 næmingar úr forskúla til 6. flokk fara at ganga í Velbastaðar skúla komandi skúlaár. Fýra lærarar eru í skúlanum.