13. og 14. september eru landsroyndir fyri næmingunum í fimta flokki. Hetta eru landsroyndirnar, sum skuldu vera í fjør. Hon bleiv avlýst orsaka av korona. Næmingarnir brúka teldu til at svara royndunum. Teldur fáa tey frá skúlanum. Tað er tó umráðandi, at tey eisini hava pennahúsa við í skúla, so tey kunnu loysa uppgávurnar á kladdum. Vit gera nakrar gamlar royndir í skúlanum í hesum døgum, so tey fáa vant seg við tað.
13.september | 08:15 - 09:00 | Føroyskt, lesifatan |
13.september | 09:00 - 09:30 | Steðgur |
13.september | 09:30 - 10:15 | Føroyskt, staviførleiki |
14.september | 08:15 - 09:00 | Støddfrøði |
14.september | 09:00 - 09:30 | Steðgur |
14.september | 09:30 - 10:15 | Náttúra og tøkni |