Tíðindi

Lósu 1.600 bøkur í yngstu deild

29.11.2021
Leivur Frederiksen

Næmingarnir í yngstu deild hava verið sera røsk at lesa. Nú skúlaárið er komið at enda, sigur samanteljingin, at næmingarnir tilsamans lósu 1.600 bøkur.

Endamálið hevur verið, at næmingarnir, sum ganga í 1.-3. flokki skulu í felag vita, hvussu nógvar bøkur tey kláraðu lesa. Hvørja fer ein næmingur hevur lisið eina bók, er ein rundur pappírslepi við navninum á bókini hongdur upp á veggin. Tilsamans komu 1.600 pappírslepar upp.

Flokslærarin, Katrín Reynisdóttir, sigur, at hetta hevur motiverað næmingarnir, og at hon er errin av sínum røsku næmingum.

Í farnu viku varð skipað fyri hugnakvøldi fyri foreldrum og næmingum. Har hátíðarhildu næmingar, lærarar og foreldur, at so nógv er komið burtur úr. Næmingarnir framførdu sjónleik, kórsang og upplestur.

Í februar mánaði, tá næmingarnir høvdu lisið fleiri enn 500 bøkur, vitjaði barnaútvarpið.

Innslagið kann hoyrast her https://kvf.fo/vit/utvarp/2022/02/01/fleiri-enn-500-bkur-lisnar