Mánadagin 28. november vitjaði SSP-ráðgevin, Súsanna í Króki, Velbastaðar skúla.
Fyrrapartin prátaði hon við næmingarnar í miðdeildini um teirra miðlavanar á netinum. Næmingarnir greiddu henni frá, hvørji spøl, heimasíður og appir tey plaga at brúka. Tað var áhugavert at hoyra tey greiða frá, og tað er gott at hoyra, at tey eru tilvitað um, at tað er neyðugt at hugsa seg um, tá ið samskift verður á netinum.
Á kvøldi var foreldrafundur. Súsanna greiddi foreldrunum frá, at nógv happing kemur fyri á netinum, og at tað er týdningarmikið, at foreldrini regluliga samskifta opið við børnini um, hvat tey gera á netinum.
Hon vísti eisini á, at tað eru appir og spøl, sum kunnu vera gagnlig fyri felagsskapin hjá børnunum, men hon vísti samstundis á, at tað eisini eru appir og spøl, sum als ikki eru gagnlig fyri børnini. Í hesum sambandi vísti hon á, at appin, sum eitur Sendit, als ikki er gagnlig, tí hon ofta er pallur, har grov happing gongur fyri seg. Hon mælti foreldrunum til at sletta hesa appina alt fyri eitt, um børnini høvdu hana á telefonini.
Harafturat mælti hon til, at um børnini hava brúkarar á Youtube og TikTok, skulu hesir brúkarar gerast privatir.
Foreldrini fóru í bólkar, har tey skuldu skriva trý týdningarmikil ting niður. Her er tað, ið bleiv skrivað:
Privatar brúkarar á t.d. Youtube og TikTok.
Sendit appin skal slettast
Tosað opið heima við hús um tað, sum er á netinum
Vís áhuga fyri tí, sum børnini gera á netinum
Vaksin skipa fyri tiltøkum, sum fremja góðan felagsskap og geva børnunum góð minnir.
Tosa við børnini um vansar á netinum heldur enn at tosa um forboð.
Súsanna í Króki vísti eisini á, at tað hevur stóran týdning at skipa fyri tiltøkum, ið kunnu styrkja um felagsskapin. Næmingarnir søgdu frá tiltøkum, sum tey enn mintust við gleði. Felags fyri næstan øll tiltøkini var, at tað vóru vaksin, foreldur, lærarar og námsfrøðingar, ið høvdu skipað fyri tiltøkunum.
Tað ber til at lesa meira um trygd á netinum her: https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/
Mánadagin 28. november vitjaði SSP-ráðgevin, Súsanna í Króki, Velbastaðar skúla.
Fyrrapartin prátaði hon við næmingarnar í miðdeildini um teirra miðlavanar á netinum. Næmingarnir greiddu henni frá, hvørji spøl, heimasíður og appir tey plaga at brúka. Tað var áhugavert at hoyra tey greiða frá, og tað er gott at hoyra, at tey eru tilvitað um, at tað er neyðugt at hugsa seg um, tá ið samskift verður á netinum.
Á kvøldi var foreldrafundur. Súsanna greiddi foreldrunum frá, at nógv happing kemur fyri á netinum, og at tað er týdningarmikið, at foreldrini regluliga samskifta opið við børnini um, hvat tey gera á netinum.
Hon vísti eisini á, at tað eru appir og spøl, sum kunnu vera gagnlig fyri felagsskapin hjá børnunum, men hon vísti samstundis á, at tað eisini eru appir og spøl, sum als ikki eru gagnlig fyri børnini. Í hesum sambandi vísti hon á, at appin, sum eitur Sendit, als ikki er gagnlig, tí hon ofta er pallur, har grov happing gongur fyri seg. Hon mælti foreldrunum til at sletta hesa appina alt fyri eitt, um børnini høvdu hana á telefonini.
Harafturat mælti hon til, at um børnini hava brúkarar á Youtube og TikTok, skulu hesir brúkarar gerast privatir.
Foreldrini fóru í bólkar, har tey skuldu skriva trý týdningarmikil ting niður. Her er tað, ið bleiv skrivað:
- Privatar brúkarar á t.d. Youtube og TikTok.
- Sendit appin skal slettast
- Tosað opið heima við hús um tað, sum er á netinum
- Vís áhuga fyri tí, sum børnini gera á netinum
- Vaksin skipa fyri tiltøkum, sum fremja góðan felagsskap og geva børnunum góð minnir.
- Tosa við børnini um vansar á netinum heldur enn at tosa um forboð.