Felags foreldrafundur verður í yngstu deild týsdagin 14.februar klokkan 19-21. SSP, sum er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi, skipar fyri fundinum.
Ætlanin er at stovna eitt foreldraforum, ið snýr seg um at knýta bond og skíggjanýtslu í 1-3 flokki. Í einum foreldraforum kunnu foreldur hittast og skifta orð um áskoðanir, rammur og sosialu samveruna í flokkinum.
Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, luttekur á fundinum. Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá næmingunum, hittir hon tey í skúlatíð.
Børnini hava brúk fyri, at foreldur tosa saman, og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka.
Gevið flokslæraranum boð, um tað ikki ber til at koma.