Foreldrafundur um góðar miðlavanar 28.november
9.11.2022
Leivur Frederiksen
Góðu foreldur.
Mánakvøldið 28.november klokkan 19:00-21:00 verður fundur fyri foreldrum at næmingum í 4.,5. og 6. flokki.
Fundurin snýr seg um góðar miðlavanar.
Tað er týdningarmikið, at uppmøtingin er góð, um tiltakið skal eydnast. Tí mugu tit siga Leivi frá (243204), um eingin kann møta.
Tað ber til at lesa meira um átakið her: https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/godir-midlavanar/
Í hesum sambandi bjóðar SSP átakið “Góðir miðlavanar”, ið er partur av ymsu fyribyrgjandi arbeiðshættunum hjá SSP til børn, foreldur, lærarar og skúlan um, hvussu børn og ung í Føroyum kunnu ferðast á netinum á ein skilagóðan hátt. Her verður dentur lagdur á, at vit øll hava eina felags ábyrgd at tryggja, at okkara børn og ung trívast á netinum og at hetta hoyrir saman við trivnaðinum hjá flokkinum uttan fyri netið.
Seinasta trivnaðarkanningin frá 2019 (ummr.fo) vísir, at líka nógv børn og ung í føroyska fólkaskúlanum verða happaði andlit til andlits sum á netinum (11%). Nærum 21% av hesum fáa særandi boð ella myndir sendandi til sín og heili 14% uppliva, at særandi myndir verða sendar runt til onnur av sær. Í Føroyum er tað ólógligt at avmynda persónar av órøttum og deila myndir ella filmar av teimum uttan samtykki (§264 a, §236).