Tíðindi

So byrja vit aftur

14.08.2024
Leivur Frederiksen

Góðu næmingar og foreldur.

13. august byrja næmingarnir í 1-6 flokki aftur í skúla. Vit vóna, at tit øll hava havt eina góða summarferiu. 

Í ár byrja eisini 9 næmingar í forskúla í Velbastaðar skúla. Hesir næmingarnir byrja mánadagin 19. august, og vit gleða okkum til, at tey koma at ganga hjá okkum.

Foreldur at næmingum í forskúlanum hava fund við flokslæraran, Súsonnu, hósdagin 15. august klokkan 17:00.

Felagsforeldrafundur fyri 1-6 flokk verður seinni í august. Tit fáa innkalling við SMS frá Leivi.